Tíð
08/03/2024 Kl. 13:30 - 16:00
Fríggjadagin 8. mars kl. 13:30 verður forvitnislig móttøka í bryggjarínum OY, tá ið endabresturin av átakinum Nýskapan í landbúnaðarferðavinnuni er á skrá. Seinastu sjey vikurnar hava átta spennandi landbúnaðar- og ferðavinnuverkætlanir luttikið í átakinum, sum Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands hava skipað fyri.
Tær átta verkætlanirnar, sum fara at vísa síni úrslit fram í OY, eru:
- Karin Olsen – Túrar og hoygging í Svínoy
- Berghild B. Mittún – Garður á Selatrað
- Johann Fagraklett – Barley and Beer, Gásadalsgarður
- Jónley Poulsen – Handaná
- Dorit Hansen – Spinnaríið í Klaksvík
- Elin Ziska og Gunnvá Højgaard Mohr – Skýming
- Barbara K. Andreasen – Matur og upplivingar í Nólsoy
- Sonja D. Dalsgaard – Dúvugarðar í Saksun
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, bjóða vælkomin til henda hugnaliga seinnapartin.
Harumframt kemur navnframi kokkurin og matíverksetin, Gutti Winther, at hugleiða um landbúnað og matupplivingar.
Hugnaligi og kveikjandi seinnaparturin endar við einari serstakari matskrá frá OY afturvið góðum fríggjadagstónum. Høvi verður eisini at vitja básarnar og síggja og hoyra meiri um spennandi verkætlanirnar hjá luttakarunum í Nýskapan í landbúnaðarferðavinnuni.
Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin. Melda til her.