Tíð
27/11/2023 Kl. All Day
Vaksandi áhugin millum føroyingar og ferðandi fyri náttúruupplivingum og tí føroyska tilfeinginum letur upp fyri nýggjum møguleikum innan landbúnaðin. Við átakinum Nýskapan í landbúnaðinum ynskja vit at vera við til at fremja átøk, sum geva lættari atgongd til vørur og upplivingar, sum taka støði í landbúnaðinum.
Hevur tú eitt hugskot til hvussu tú kanst sameina títt landbúnaðarvirksemi við eina ferðavinnu uppliving? Ella hevur tú eina verkætlan við denti á samstarv millum landbúnað og ferðavinnu? Kanska ert tú matíverkseti ið arbeiðir við at menna eina nýggja landbúnaðarvøru, sum tú metir, at føroyingar og ferðandi kunnu fáa ágóðan av? Hetta er bert nøkur av hugsaðu dømunum, har tú við luttøku í “Nýskapan í landbúnaðinum” kanst koma nærri at gera dreym tín til veruleika.
NÝSKAPAN Í LANDBÙNAÐINUM, verður frá 15. januar og endar við einum tiltaki fríggjadagin 8. mars 2024. Átakið verður í høvðusheimum á Hugskotinum í Havn, men vit ynskja eisini at kunna bjóða verkstovur o.a. alt eftir hvar í landinum luttakarar eru búsettir.
Átakið er skipað sum ein íverksetanardíkjari. Hetta merkir, at verulig ferð verður sett á menningina av verkætlanunum hetta tíðarskeiðið. Luttakandi verkætlanir fáa átta skraddaraseymaðar vikur við ráðgeving frá mentorum og sparring við fremstu serfrøðini innan landbúnað og ferðavinnu. Vit kunnu bjóða ráðgeving innan hugskotsmenning, prísásetan, marknaðarføring o.a. Luttakararnir hittast fyrrapartar millum tvær og tríggjar ferðir um vikuna og fáa høvi at luttaka á spennandi verkstovum við undirvísing, framløgum og netverkan.
Málbólkurin er bæði núverandi veitarar innan landbúnað og ferðavinnu, ið ynskja at menna teirra virksemi, og nýggir spírar á íverksetaraøkinum, ið ynskja at byrja nýtt virksemi knýtt at landbúnaðinum.
Hevur hetta vakt tín áhugað ella ivast tú, um tín verkætlan lýkur treytirnar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, so vit kunnu fáa eitt prát um, hvat tú ynskir at fáa burturúr hesum átaki. Tú kann seta teg í samband við Hugskotið á hugskotid@torshavn.fo, tlf. 289333 ella Heidi Holm á heidih@visitfaroeislands.com, tlf. 266859
Søk um luttøku á Nýskapan í landbúnaðinum á hesi leinkju: https://forms.office.com/e/TUQFdT2YkW
Umsóknarfreistin er mánadagin 27. november. Avmarkað pláss.