Tíð
01/09/2023 Kl. 13:00 - 15:30
Vinnuforum 2023 verður fríggjadagin 1. september frá kl 13:00 til kl 15:30 í Kongshøll.
Á Vinnuforum verður fokus sett á evnir, ið eru viðkomandi fyri vinnuna, og í sambandi við at Tórshavnar kommuna skal hava ein orðaðan vinnupolitikk, verður evnið á Vinnuforum hesaferð Tórshavnar kommuna sum vinnubýur.
TÓRSHAVN SUM VINNUBÝUR
Fyriskipararnir bjóða inn til ein forvitnisligan seinnapart í Kongshøll, har fokus verður sett á vinnurekandi í kommununi. Á tiltakinum verða fleiri stuttar framløgur frá spennandi føroyskum fyritøkum. Eisini verður høvi at koma við tínum íkasti til hvussu vit skapa góðar og fjølbroyttar umstøður fyri vinnulívið og vinnulívsmenning í Tórshavnar kommunu.
VINNAN HITTIR KOMMUNUNA
Tiltakið endar við einari móttøku, har høvi verður at fáa eitt prát við viðkomandi starvsfólk í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu.
Vinnuforum er eitt afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum, har bjóðað verður inn til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur. Hetta er eitt tiltak, sum hevur til endamál at fáa tættari samstarv millum vinnu og kommunu, ið eisini er ein fortreyt fyri vøkstri og framburði.
Tiltakið er ókeypis, og tað er avmarkað atgongd. Melda til tiltakið her.
Skrá: