Tíð
12/05/2023 Kl. All Day
Tann 12. mai fer fyrsta føroyska altjóða KT-ráðstevnan av bakkastokki, og har er nógv á skránni! Spennandi fyrilestrar, básar, har fyritøkur vísa fram, workshops og ein pitch-kapping líknandi Løvens hule.
Valla finst eitt starvsøki í dag, uttan ávirkan av KT. Vit eru øll dagliga ávirkað ella partur av hesum økinum – frá umsorgnarøkinum til skúla, frá banka til barnagarð, frá list til sjómannin. So ella so er KT partur av gerandisdegnum hjá okkum øllum.
Nýggja, slóðbrótandi og altjóða KT- og listaráðstevnan í Føroyum, Tonik, er tí snøgt sagt fyri øll!
Við omanfyri 20 fyrilestrarhaldarum, verður varpað ljós á nýggjastu rákini innan KT!
Fyri eina fyritøku er hetta tí eitt framúr høvið, at geva tínum starvsfólkum eina dagføring og eitt virðismikið innlit í tað, sum rørir seg innan KT fyri tíðina. Á hendan hátt eisini at geva teimum íblástur úr nýggjastu rákunum innan KT.
Úr rúgvuni av evnum, sum verða viðgjørd, kunnu nevnast; AI, People and Machines in the future og forvitnisligi fyrilesturin hjá Heina Zachariassen um Underdogs and Outsiders.
Tað eru Hugskotið, Íverksetarahúsið, Vinnuframi, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri tiltakinum.
Les meiri her.