Tíð
09/09/2022 Kl. 13:00
“The “secret” Ingredients of the Israeli recipe of Innovation and what can we learn from it?”
Fríggjadagin 9. september verður tiltakið “Frá heimamarknaði til heimsmarknað” í Finsen í Havn, har ljós verður varpað á altjóða marknaðin sum okkara heimamarkað.
Á skránni vera áhugaverdir fyrilestrahaldarar úr Tel Aviv. Ein av teimum er Benny Shlick. Benny er íverkseti við drúgvum royndum innan start-ups, KT-vinnuna og íleggjaraumhvørvið. Harumframt er hann stovnari av “Innovation-Without-Borders”, og “IWB Diplomatic Forum”, sum arbeiðir fyri at fremja samstøv ímillum ísraelska vinnulívið og umheimin.
Benny fer at greiða frá, hvør orsøkin er til góðu úrslitini í ísraelska íverksetaraumhvørvinum, serliga innan KT-vinnuna, og hvussu vit í Føroyum kunnu fáa íblástur frá hesum.
Tiltakið verður fríggjadagin 9. september frá kl. 13:00 – 15:00 í Finsen. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Tó er neyðugt at melda til tiltakið
Tað eru Framtak, Vinnuframi, Íverksetarahúsið og Hugskotið sum skipa fyri degnum, har seinnaparturin er á tremur við royndum, netverkan og íblástri.