Tíð
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00
Fríggjadagin 20. mai verður tiltakið Vitan, Vinna og Visjón í Kongshøll, har ljós verður varpað á, hvussu gransking kann gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu vinnulívið kann gagna granskingini – eisini frælsu granskingini – í Føroyum.
Roynd vinnulívsfólk fara at hava framløgur um, hvussu granskingarumhvørvið í Føroyum kann styrkjast. Ein av teimum er Heini Winthereig Rasmussen. Heini hevur p.hd. í havverkfrøði og eigur og rekur fyritøkuna RÁK Ocean Engineering. Høvuðsvirksemið hjá fyritøkuni er at veita vitan og tænastur, tá tað ræður um havverkfrøði.
Framløgan hjá Heina kallast “Frá gransking til veruleika” og er um tær avbjóðingar og møguleikar, sum eru við at reka granskingargrundaða ráðgevingarfyritøku i Føroyum.
Tað eru Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya, sum skipa fyri evnisdegnum, har seinnaparturin er á tremur við royndum, netverkan og íblástri.