Tíð
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30
Fríggjadagin 20. mai verður tiltakið Vitan, Vinna og Visjón í Kongshøll, har ljós verður varpað á, hvussu gransking kann gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu vinnulívið kann gagna granskingini – eisini frælsu granskingini – í Føroyum.
Roynd vinnulívsfólk og granskarar fara at hava framløgur um, hvussu granskingarumhvørvið í Føroyum kann styrkjast. Ein av teimum er Tórheðin Jensen, sum er nevndarlimur í Varðanum Pelagic, har hann eisini er marknaðarleiðari. Tórheðin er harumframt fyrsti Doctor in Business and Administration (DBA) í Føroyum. Herfyri varð nýtt ráð sett á stovn undir Uttanríkis og – mentamálaraðnum, sum kallast “Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan”, og Tórheðin Jensen bleiv formaður har. Á degnum fer Tórheðin at greiða frá ætlanunum hjá ráðnum, og hvørja kós ráðið ætlar at seta fyri granskingina í Føroyum.
Tað eru Tórshavnar kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya, sum skipa fyri evnisdegnum, har seinnaparturin er á tremur við royndum, netverkan og íblástri.