Fríggjadagin 20. mai verður tiltakið Vitan, Vinna og Visjón í Kongshøll, har ljós verður varpað á, hvussu gransking kann gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu vinnulívið kann gagna granskingini – eisini frælsu granskingini – í Føroyum.
Roynd vinnulívsfólk fara at hava framløgur um, hvussu granskingarumhvørvið í Føroyum kann styrkjast.
Chik Collins er rektari á Fróðskaparsetri Føroya. Chik hevur síðani 2019 staðið á odda fyri at menna Fróðskaparsetrið, ið hevur sum aðalmál at framleiða gransking, sum er við til at menna Føroyar og heimin búskaparliga, samfelagsliga, mentanarliga og umhvørvisliga. Haraftrat hevur Chik drúgvar royndir frá altjóða universitets- og granskingarumhvørvum.
Chik fer at hugleiða um, hvussu vit kunnu styrkja gransking í Føroyum.
Tað eru Tórshavnar kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya, sum skipa fyri evnisdegnum, har seinnaparturin er á tremur við royndum, netverkan og íblástri.
Tiltakið, sum verður í Kongshøll fríggjadagin 20. mai. frá 13:00 til 15:30, er ókeypis. Tó er neyðugt at melda til tiltakið her: https://hugskotid.fo/skrseting-til-tiltak-20-mai