Fríggjadagin 20. mai verður tiltakið Vitan, Vinna og Visjón í Kongshøll, har ljós verður varpað á, hvussu gransking kann gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu vinnulívið kann gagna granskingini – eisini frælsu granskingini – í Føroyum.
Roynd vinnulívsfólk fara at hava framløgur um, hvussu granskingarumhvørvið í Føroyum kann styrkjast.
Hákun Djurhuus er stjóri í SEV, sum er ein høvuðsleikari, tá tað ræður um at fáa framt tað grøna orkuskiftið í Føroyum. SEV hevur sett sær sum mál, at øll el-framleiðsla á landi skal stava frá burðardyggum orkukeldum í 2030.
Fyri at røkka hesum máli slepst ikki undan føroyskari gransking, sum gevur serstaka vitan um, hvussu oyggjasamfeløg á skilabestan hátt kunnu leggja um til varandi og grøna orku. Hákun fer at hugleiða og greiða frá, hvønn týdning gransking ítøkiliga hevur fyri, at SEV kann røkka sínum málum.
Tað eru Tórshavnar kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya, sum skipa fyri evnisdegnum, har seinnaparturin er á tremur við royndum, netverkan og íblástri.
Tiltakið, sum verður í Kongshøll fríggjadagin 20. mai. frá 13:00 til 15:30, er ókeypis. Tó er neyðugt at melda til tiltakið her: https://hugskotid.fo/skrseting-til-tiltak-20-mai