Hósdagin 31. mars verður Vinnuforum í Kongshøll, har sjóneykan verður sett á grøna umlegging, ið slóðar fyri nýhugsan.
Ein av fyrilestrahaldarnum til tiltakið er Pætur Jakobsen, stjóri í fyritøkuni SMJ. Pætur er útbúgvin handverkari, maskinmeistari og hevur eina kandidatútbúgving í leiðslu innan bygging. Í 2021 var hann kosin ársins ungi ráðgevi av Forenede Rådgivende Ingeniører.
Pætur fer at greiða frá luttøkuni hjá SMJ í átakinum Burðardygt Vinnnulív, millum annað við at greina nøkur av átøkunum hjá SMJ, ið virka fyri at fremja burðardygd bæði innanhýsis í fyritøkuni og í verkætlanum, sum fyritøkan arbeiður við. Eitt av hesum átøkum er ein talgild skráseting av øllum upphitaðum bygningum í Føroyum, sum er eitt amboð, ið verður nýtt, tá ið arbeitt verður við, hvussu upphiting í bygdum og býum kann fremjast á ein meira burðardyggan hátt. Onnur átøk eru millum annað optimering av orkunýtslu, umlegging til varandi orkukeldur og størri fokus á lívmargfeldi í samband við nýtslu av lendi og vatni.
Tað eru Tórshavnar kommuna og Hugskotið sum skipa fyri vinnutiltakinum Vinnuforum, har lagt verður upp til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur. Kom við og fá íblástur frá millum annað SMJ, um hvussu tín fyritøka kann arbeiða við burðardygd.
Tiltakið, sum verður hósdagin 31. mars frá 13:30 til 16:00, er ókeypis. Tó er neyðugt at melda til tiltakið her: https://hugskotid.fo/skrseting-til-vinnuforum-2022