Hósdagin 31. mars verður Vinnuforum í Kongshøll, har sjóneykan verður sett á grøna umlegging, ið slóðar fyri nýhugsan.
Ein av fyrilestrahaldarnum til tiltakið er Tania Ellis, sum er ein prísvinnandi og altjóða viðurkendur serfrøðingur innan burðardygg vinnurák. Tania fer at greiða frá, hvussu stórar eins og lítlar fyritøkur kunnu menna nýskapandi og burðardyggar virkisgongdir, ið skapa virði bæði fyri fyritøkuna sjálva og fyri samfelagið.
Tania er stovnari av The Social Business Company, sum hevur ráðgevið og arbeitt við eini røð av spennandi fyritøkum og stovnum í mun til burðardygd, eitt nú Dong Energy, Novo Nordisk og Dansk Erhverv. Til ber at lesa meira um Taniu Ellis og The Social Company her: https://www.taniaellis.com/
Tað eru Tórshavnar kommuna og Hugskotið sum skipa fyri vinnutiltakinum Vinnuforum, har lagt verður upp til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur. Tiltakið, sum verður hósdagin 31. mars frá 13:30 til 16:00, er ókeypis. Tó er neyðugt at melda til tiltakið her: https://hugskotid.fo/skrseting-til-vinnuforum-2022