Mikukvøldið 23. mars verður sjóneykan sett á, hvussu vit í Føroyum kunnu hýsa altjóða ítróttarkappingum og tiltøkum. Hetta fyri at økja um ferðavinnuvirksemið uttanfyri háárstíð.
Tað eru Visit Tórshavn og Hugskotið sum skipa fyri tiltakinum, sum serliga er ætlað starvsfólkum og limum í ítróttarsambondum og -feløgum. Fyrilestrahaldari verður Finn Lyck, ið hevur starvast hjá Aarhus Events undir Aarhus kommunu, sum seinastu árini hevur verið karmur um alskyns ítróttartiltøk. Finn fer á tiltakinum at greiða frá, hví Aarhus sum býur valdi at raðfesta hetta økið, og hvønn týdning tað hevur ikki bara fyri ítróttin, men eisini fyri vinnulívið og mentanarlívið í økinum. Hann hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvussu Føroyar eisini kunnu gerast eitt ferðamál fyri ítróttartiltøkini, og hevur nógv góð ráð við sær í viðførinum.
Tiltakið, sum er ókeypis, verður á Panorama á Hafnia mikukvøldið 23. mars kl 19. Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin, men tilmelding er neyðug. Tilmelding fer fram við at senda teldupost til torsinfo@torshavn.fo