Hósdagin 17. mars kl. 19.00 skipar Hugskotið aftur fyri íverksetarakafé í Reinsarínum og hesa ferð seta vit sjóneykuna á marknaðarkanningar. Tiltakið vendir sær til øll, sum fáast við kundar ella brúkarar – eitt nú tænastuveitarar, handlar, felagsskapir, matstovur, ferðavinnu, vælveru o.a.
Tað verður Allan Dalsgarð, stjóri í fyritøkuni spyr.fo, sum kemur at greiða frá, hvussu tú við røttu vitanini um kundan og marknaðin kanst menna og taka betri avgerðir fyri tína fyritøku.
Tiltakið er til tín sum:
-
ynskir betri innlit í, hvat tínir kundar og brúkarar vita og halda um tínar vørur, tænastur, marknaðarføring o.a.
-
kundi hugsað tær ítøkilig boð upp á, hvat tú kanst gera fyri fáa fleiri og nøgdari kundar, økja søluna og menna nýggjar tænastur
-
ivast í, um tað er kostnaðurin, tænastan, úrvalið ella okkurt heilt annað, sum er orsøkin til vantandi nøgdsemi, undirtøku ella sølu
Øll eru hjartaliga vælkomin við á íverksetarakafé, bæði tú, sum umhugsar at byrja eina fyritøku, og tú, sum longu ert í gongd, men ynskir íblástur.
Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Tilmelding fer fram her:
Um Allan Dalsgarð:
Allan Dalsgarð hevur útbúgving í Miðlafrøði, og hevur arbeitt í samskiftisvinnuni seinastu 20 árini. Hann var stjóri á Sendistovuni 2009-2014 og hevur síðani arbeitt sum sjálvstøðugur ráðgevi við fyritøkuni Savna, sum rekur Spyr.fo og sum nú eisini ger kanningar í Grønlandi.