Hósdagin 30. september kl. 19.00 skipar Hugskotið aftur fyri íverksetarakafé í Reinsarínum, hesaferð verður evnið fígging við Bjartur Nolsøe.
Tørvar tær fígging til tína nýggju fyritøku ella verkætlan, ella ynskir tú at vaksa um virksemið í tíni verandi fyritøku? So eru góð ráð at heinta á komandi Íverksetarakafé, har Bjartur kemur at greiða frá, hvørjir fíggingarmøguleikar eru, serliga í mun til bankafígging, og um viðurskifti annars, sum kunnu verða avgerandi fyri at úvega neyðugu fíggingina. Bjartur hevur drúgvar royndir innan banka- og fíggjarvirksemið, umframt at hann hevur ráðgivið fleiri íverksetarum.
Hann fer millum annað at greiða frá:
-
Hvussu ein best letur seg í at tosa við bankan, tá ið ein byrjar nýggja fyritøku.
-
Hvussu ein lítil fyritøka, sum ynskir at vaksa um virksemið, fyrireikar seg til prátið við bankan.
-
Hvørjir aðrir møguligir fíggingarmøguleikar eru hjá íverksetarum.
-
Hvørjir váðar eru knýttir at, alt eftir hvussu tú skipar títt virksemið.
Eftir framløguna verður høvi at seta Bjartur spurningar.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Tilmelding tiltiltakið fer fram her:
Um Bjartur Nolsøe Bjartur var stjóri í Íverksetarahúsinum í 3 ár og hevur vegleitt hópin av íverksetarum innan fíggingarøkið. Eisini hevur hann royndir við ráðgeving í mentorskipanini hjá Hugskotinum. Í mong ár hevur Bjartur arbeitt í bankavinnuni, har hann hevur ráðgivið smærri og størri fyritøkum innan hetta økið.