Íverksetarakafé – bókhald

Hóskvøldið 25. mars kl. 19 skipar Hugskotið fyri íverksetarakafé í Reinsarínum, og hesaferð verður evnið bókhald.

Hevur tú egið virkið og kundi hugsað tær at frískað upp aftur grundleggjandi kunnleikan til bókhald? So er hetta eitt upplagt høvi.

Óli Joensen, úr grannskoðaravirkinum Januar, fer á kaféini at greiða frá teimum viðurskiftunum viðvíkjandi bókhaldi, sum hava týdning fyri teg sum íverksetara.

Á kvøldinum fert tú at fáa innliti í evnir sum roknskap, bókhald og skatt hjá eini fyritøku.

•        Felagsformar (heilt stutt og yvirskipað um ÍVF, Sp/f, P/F, fa. og íognarfelag)

•        Hví bókhald

o   Góðir bókhaldsvanar

•        Fylg bókhaldinum frá fylgiskjølum til lidna roknskapin

•        Samanhang millum bókhald og roknskap.

o   Kontuætlan og bygnaður

o   Kontering

o   Avstemman

o   Bóka inntøkur (hvussu sær ein fakturi út)

o   Fíggjarætlan og týdningurin av henni

·         Hvat kann fyritøkan trekkja frá í skatti

o   Skilnaður ímillum privatar útreiðslur og vinnuligar útreiðslur

o   Hobby og heimavirki

o   Samskifti við myndugleikar (uppgeva skatt, mvg, roknskap o.t.)

o   Vinningsbýti ella løn

Til ber sjálvandi eisini at seta Óla spurningar á kaféini.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

TILTAKIÐ ER FULLTEKNAÐ!

Tú kanst skráseta teg á bíðilista her.

Onnur tiltøk

Tíð Tiltak
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Pætur Jakobsen á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Tania Ellis á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:30 - 16:00 Jens Brandt Bering á Vinnuforum
02/05/2022 Kl. 19:00 - 21:00 Matoyðsl
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Chik Collins
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Hákun Djurhuus
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Heini Winthereig Rasmussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Marita Debess Magnussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Regin Jacobsen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Tórheðin Jensen