Fríggjadagin í farnu viku var eitt forvitnisligt tiltak í Nólsoy, tá ið endabresturin av átakinum Nýskapan í ferðavinnuni var í bygdini. Seinastu seks vikurnar hava seks ferðavinnuverkætlanir í Nólsoy luttikið í átakinum, sum Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Nólsoy hava skipað fyri.
Tær seks verkætlanirnar, sum løgdu síni úrslit fram í Nólsoy fríggjadagin, vóru:
Mariann Hansen – samrøðusalong fyri ferðafólk
Maud Wang Hansen– burðardygt heimablídni
Anja Hartmann Wardum – Neystkafé
Bjarti Thomsen – bátatúrar kring Nólsoy
Fríðun Kristina Jacobsen og Hildur Durhuus – Neystið hjá Fríðun
Terji Rasmussen – heimasíðan nólsoy.fo
Luttakandi verkætlanirnar fingu seks skraddaraseymaðar vikur við góðum ráðum frá føroyskum vinnulívsfólki og ráðgeving frá fremstu serfrøðini í ferðavinnuni. Luttakararnir hava harumframt fingið høvi at luttaka á spennandi verkstovum við undirvísing, framløgum og netverkan.
Vit ynskja íverksetarunum allarbestu eydnu víðari við spennandi verkætlanum og vit gleða okkum til at royna tilboðini í summar!
Lesið meira um Nýskapan í ferðavinnuni her.
Sí fleiri myndir frá tiltakinum her.