Verkstovan er flutt til 23. mars. Sí heilsu frá Margretu:
Mikudagin 23. marts kl. 13.00-16.00 skipar Hugskotið fyri kveikjandi verkstovu serliga ætlað íverksetarum, ið veita tænastur innan heilsu og umsorgan.
Á verkstovuni verður fokus sett á økir í tíni fyritøku ella verkætlan, sum annars ofta verða gloymd ella niðurraðfest, og tú fært góð ráð og ítøkilig amboð til at styrkja um virksemið. Komið verður millum annað inn á hesi evnir:
· Leiðsla – avbjóðingin við at vera sín egni leiðari.
· Prísáseting.
· Nýggir samstarvsmøguleikar- Hvussu skapar tú nýggj og øðrvísi samstørv?
· Virksemi – Kann tænastan víðkast til ferðafólk, ella aðrar málbólkar?
· Pakkar – Kann tín tænasta gerast partur av eini heildaruppliving? Til dømis náttúruupplivingar, gisting ella røkt?
· Serstakir málbólkar- Eru aðrir málbólkar, eitt nú eldri, avvarðandi ella enskttalandi, sum tú kanst menna eitt ávíst tilboð til?
· Umsiting- Fylla umsitingarligu uppgávurnar ov nógv í tíni arbeiðsviku? – Kanst tú skipa teg øðrvísi?
Undirvísari á verkstovuni verður Margrete Bak. Margrete hevur verið sjálvstøðug vinnurekandi í 24 ár, og hevur hjálpt 100-tals av smáum fyritøkum við at koma í gongd og at menna sítt virksemið. Hon hevur drúgvar royndir tá ið talan er um at ráðgeva og vegleiða fyritøkum innan eitt nú heilsu, list, mentan, tøkni og ráðgeving. Les meira um Margrete á www.karlbak.dk
Verkstovan er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding. Avmarkað pláss, melda til her: