Hugskotið bjóðar nú íverksetarafyritøkum, ið eru komnar fetið víðari, at flyta inn í eitt sonevnt fasu tvey-umhvørvi.
Endamálið við fasu tvey-umhvørvinum er at tryggja, at vitanin ikki hvørvur úr húsinum, so hvørt fyritøkur byrja at vaksa.
Í 2014 bleiv Hugskotið sett á stovn við tí endamáli at stimbra undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í Tórshavnar kommunu við at skapa eitt umhvørvi, har íverksetarar kunnu virka, deila vitan og fáa ráðgeving.
Hugskotið er blivið sera væl móttikið og staðfestast kann, at áhugin fyri bæði ráðgeving og innivist í Hugskotinum er stórur og støðugur.
Higartil hava allir íverksetararnir sitið í einum felagshøli. Hetta hevur riggað væl, men nú er eisini tørvur á einum fasu tvey-høli, sum er ætlað fyritøkum, sum eru komnar eitt fet víðari og hava tørv á størri og egnari skrivstovu.
Tað er ein stórur fyrimunur fyri Hugskotið at kunnu varðveita íverksetararnar í umhvørvinum eina tíð afturat, tí nýggir íverksetarar fáa ágóðan av vitanini og royndunum hjá íverksetarafyritøkunum, sum eru komnar stigið longri. Tí fegnast Hugskotið um fasu tvey-hølini, sum eru eitt stórt framstig fyri Hugskotið og íverksetaraumhvørvið í Tórshavn.
Tær fyritøkurnar, sum nú flyta inn í fasu tvey-hølini, eru telefyritøkan Tosa og KT-fyritøkan Wired Relations.