Nú hava allir føroyingar møguleikan at luttaka í filmskappingini SprittFisk. Høvuðsvinningurin er 10.000 kr.!
Kappingin er fyri allar føroyingar í øllum aldri. Av at tí at kappingin verður fyriskipað á netinum, eru føroyskir útisetar eisini vælkomnir við.
Filmskappingin verður 1.-8. juli. Evnið fyri kappingina verður avdúkað mikumorgun 1. juli. Eina viku seinni skal filmurin latast inn umvegis netið. Longdin á filminum skal vera ímillum 3-7 minuttir. Tað er loyvi at brúka alla filmsútgerð – bæði framkomin kamera og fartelefon. Kappingin er fyri øll – roynd sum óroynd, ung sum eldri.
Í sambandi við kappingina verður eisini skipað fyri undirvísing umvegis netið, har luttakarar fáa høvi at læra um evni sum hugskotsmenning, leikstjórn, framleiðslu, klipping v.m. Á skránni verða heili 15 netfyrilestrar, sonevnd “webinars”, har fremstu filmsfólkini í Føroyum fara at undirvísa. Undirvísingin er eitt tilboð til allar luttakarar, sum frítt kunnu velja netfyrilestrar til og frá. Tað ber sostatt væl til at luttaka í filmskappingini uttan at vera við til undirvísing.
Tilmeldingarfreist er 28. juni. Luttakaragjaldið er kr. 200 fyri hvønn luttakara.
Leinkja til atgongumerki.fo: https://klippfisk.atgongumerki.fo/webshop/event/1142342/order/info