Íverksetarakafé – Marknaðarføring á Instagram

Vilt tú læra meira um, hvussu tú á bestan hátt kann marknaðarføra tína fyritøku á Instagram? Kom so í Posthúskjallaran hóskvøldið 27. februar kl. 19.00, tá ið Hugskotið aftur skipar fyri íverksetarakafé.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tað verða tær báðar Sonja Davidsen og Nina Shini, ið fara at greiða frá og geva íblástur til, hvussu tú kanst marknaðarføra tína fyritøku á sosiala miðlinum Instagram.

Um Sonju:
Sonja Davidsen hevur bygt upp sína egnu fyritøku OW Intimates, sum selir undirklæðir og svimjiklæðir í fleiri enn 20 londum. Sonja hevur marknaðarført fyritøkuna á Instagram og hevur megnað at bygt sítt brand upp til eina blómandi fyritøku, sum veksur við rúkandi ferð.

Um Ninu:
Nina Shini er stovnari og stjóri í kreativu fyritøkuni innan talgilda marknaðarføring, Social Works. Hon fer at greiða frá, hvussu fyritøkur kunnu marknaðarføra seg á Instagram og hvussu tær kunnu brúka sokallaðar ’influencers’ fyri at røkka enn longri.

Onnur tiltøk

Tíð Tiltak
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Pætur Jakobsen á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Tania Ellis á Vinnuforum
31/03/2022 Kl. 13:30 - 16:00 Jens Brandt Bering á Vinnuforum
02/05/2022 Kl. 19:00 - 21:00 Matoyðsl
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Chik Collins
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Hákun Djurhuus
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Heini Winthereig Rasmussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Marita Debess Magnussen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 16:00 Regin Jacobsen
20/05/2022 Kl. 13:00 - 15:30 Tórheðin Jensen