Komið og hoyrið úrmælingin Jan Restorff, tænara, í Kongshøll fríggjadagin 6. mars kl. 13. Matstovan hjá Jan hevur fingið Michelin stjørnu fjúrtan ár á rað, og sjálvur hevur hann vunnið fleiri prísir fyri einastandandi upplivingina, sum hann gevur hvørjum einasta gesti. Jan fer millum annað at greiða frá, hvussu hann tryggjar eitt høgt tænastustig hvønn dag í árinum.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, Rúni Poulsen, stjóri í Smyril Line og Karin Visth, vínovasti í Gist & Vist, fara eisini at hugleiða um ferðavinnuna í framtíðini.
Harumframt fer Annika Solveig Hedegård Isfeldt, mannfrøðingur, at siga frá, hvussu ferðavinnan ávirkar føroyingar.
At enda fara íverksetarar, sum hava tikið lut í verkætlanini “Nýskapandi ferðavinna”, at leggja fram. Íverksetararnir fara at vísa, hvørjar ætlanir tey hava fyri ferðavinnuna í framtíðini. Síðani verður ábit.