Hugskotið skipar aftur fyri íverksetarakafé mikukvøldið 25. november kl. 19 – hesa ferð á netinum. Øll eru vælkomin við á íverksetarakafé, sum verður skipað sum eitt sonevnt “webinar”. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Tilmelding fer fram her:
Á íverksetarakaféini hesa ferð fer Niclas Heri Jákupsson at undirvísa í, hvussu tú selir tína vøru og tænastu og hvussu tú kemur í samband við nýggjar kundar.
Niclas Heri fer at undirvísa í amboðnum Søluhjólið, sum hevur hjálpt nógvum íverksetarum at broyta sína hugsan um uppsøkjandi sølu. Tá ið tú brúkar søluhjólið, arbeiðir tú við at finna inn til tørvin hjá kundanum – heldur enn bert at greiða frá tínari fyritøku og tínari vøru ella tænastu. Við søluhjólinum viðger tú spurningar sum:
-
Hvussu kemur tú í samband við kundan, so tú fær at vita hvat fyri tørv, ynskir, krøv, dreymar, avbjóðingar ella trupulleikar kundin hevur?
-
Hvussu kanst tú møta kundanum, har tú ikki er tann vitandi og seljandi, men heldur tann spyrjandi, lurtandi og hjálpandi?
Søluhjólið gevur harumframt ítøkilig ráð til tilgongdina frá byrjan til enda, tá ið tú samskiftir við ein møguliga nýggjan kunda. Niclas Heri greiðir eisini frá, hvussu tú gert eitt tilboð, hvussu tú handar tilboðið og hvussu tú fylgir upp.
Fyri mong er tað eisini ein avbjóðing at seta seg í samband við nýggjar og ókendar kundar og hetta førir javnan til søluótta. Í tonkunum er tað rationelt og logiskt at seta seg í samband við nýggjar kundar – men eitt er at hugsa tað, eitt annað er at gera tað. Tí fer Niclas Heri eisini at umrøða søluótta og hvussu tú kemur fetið víðari frá tanka til handling.
Um Niclas Hera Jákupsson
Niclas Heri er íverksetari sjálvur og hevur arbeitt við sølu alt sítt lív – bæði sum sølumaður og søluleiðari. Seinastu 10 árini hevur hann undirvíst í sølu og tænastu. Hann er stovnari og stjóri í fyritøkuni Fegin, sum fæst við at menna og styrkja sølu- og tænastumentanina í Føroyum.