Partafelagið Tutl International varð stovnað í 2011 við tí endamáli at marknaðarføra, kunna um og selja føroyskan tónleik á útlendska marknaðinum.
Stórar broytingar hava verið innan tónleikavinnuna, og marknaðarviðurskiftini broytast skjótt.
Kristian Blak, stjóri, kemur at greiða frá royndunum hjá felagnum, og hvussu tey hava gjørt fyri fáa fótafesti serliga á evropeiska marknaðinum.
Tiltakið, Born Global – Fyritøkur á altjóða marknaðinum, verður sett kl 13 av landstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálaráðum, Poul Michelsen.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.