Ger Havnina til ein betri og snildari bý
Hevur tú eitt hugskot, sum tú vilt seta í verk? Eitt hugskot, sum kann gera høvuðsstaðin til ein snildari, betri og burðardyggari bý.
Nú kanst tú vera við til at menna talgildar loysnir til høvuðsstaðin. KT-deildin í Tórshavnar kommunu og Hugskotið skipa saman fyri einari sokallaðari díkjaraskrá (startup accelerator program).
Endamálið við tiltakinum er at stimbra uppundir, at vinnuligar talgildar loysnir verða mentar til ymiskar tænastur í býnum, sum kunnu gera høvuðsstaðin betri, snildari og burðardyggari. Loysnir, ið eitt nú kunnu betra um vælferðartænastur, útbúgving, mentan, frítíð, ferðslu og býarskipan annars, og sum møguliga kunnu útflytast til onnur økir ella lond.
At tiltakið er skipað sum ein díkjaraskrá merkir, at luttakarnir fáa møguleika fyri at arbeiða nógv og væl við sínari verkætlan í eitt longri tíðarskeið, samstundis sum teir fáa køna vegleiðing og verða knýttir at vegleiðarum, sum fara at hjálpa teimum at díkja á.
Fyri at flyta verkætlanirnar fram á leið endar díkjarin við, at íverksetararnir leggja síni hugskot alment fram fyri møguligum íleggjarum og samstarvspørtum.
Øll kunnu søkja um at taka lut, og tær útvaldu verkætlanirnar fáa ókeypis innivist í Hugskotinum í sjey vikur.
Umsóknarfreistin er 28. august 2019 kl. 23.59.
Díkjaraskráin byrjar mánadagin 9. september 2019 og endar við einum almennum tiltaki í Kongshøll mándadagin 28. oktobur.
Vilt tú vita meira um tiltakið, kanst tú seta teg í samband við Hugskotið umvegis teldupost hugskotid@torshavn.fo ella ringja á tlf. 289333.
Talgilding verður nú av álvara sett á breddan í Tórshavnar kommunu. Talgilda tín bý er eina átakið, og í heyst skipar Fróðskaparsetur Føroya í samstarvi við Tórshavnar kommunu og Hugskotið fyri ráðstevnu um snildar býir (Smart City), sum eisini fer at seta sjóneyku á talgilding og snildar loysnir.
Fróðskaparsetrið og Tórshavnar kommuna hava gjørt samstarvsavtalu um burðardygga íverksetan. Og snildbýir og talgilding samsvarar við framtíðarhugsjónirnar hjá bæði kommununi og Setrinum um snildari loysnir og burðardygd.