Vinnuforum er eitt afturvendandi tiltak, og hesa ferð er evnið íverksetan innan ferðavinnu.
Vit bjóða inn til ein spennandi seinnapart, har vit millum annað fáa høvi at hoyra kveikjandi søguna hjá kenda íverksetanum og vinnulívsmanninum Claus Meyer umframt um nýggjar føroyskar íverksetarasøgur.
NÝSKAPAN Í FERÐAVINNUNI
Sum nakað heilt serligt hava Hugskotið og Visit Tórshavn seinastu vikurnar skipað fyri einum ferðavinnu- og íverksetaradíkjara undir heitinum »Nýskapan í ferðavinnuni«. Talan er um eitt sonevnt »start up accelerator« tiltak fyri íverksetar og smærri fyritøkur í ferðavinnuni. Seks íverksetar luttóku, og hesi fara at hava stuttar spennandi framløgur av sínum verkætlanum hendan seinnapartin.
Claus Meyer
Við sínum framúr góða smakki hevur Claus Meyer í yvir 30 ár arbeitt ótroyttiliga sum íverkseti innan matvøruframleiðslu. Hann er ein sannur íverkseti innan danska matmentan, sum hann kollvelti við Nordisk Mad verkætlanini, ið samstundis var grundarlagið undir heimskendu matstovuni Noma.
Hann hevur sítt egna gistingarhús, matstovur og kokkaskúlar, og fruktirnar í matgerðini koma frá hansara egnu fruktplantasju. Hansara matgerð fevnir tvørturum landamørk og høv. Millum seinastu verkætlanirnar eru slumbýlingar í bolivianska býnum La Paz, har hann hevur latið einstaklingum, ið koma frá fátæksligum
korum, sleppa framat grýtunum, og seinast hevur hann roynt seg í New York City.
Fyri Claus Meyer hevur støddin á fyritøkuni
ongantíð verið eitt mál í sær sjálvum. Í staðin
hevur hansara drívmegi verið gleðin við at
síggja onnur menniskju finna sítt fótafesti innan
nakað, sum tey brenna fyri.