Arbeiðir tú við einum ferðavinnuhugskoti ella hevur tú eina nýggja fyritøku í ferðavinnuni?
So kanst tú søkja um at luttaka í verkætlanini Nýskapan í ferðavinnuni, sum verður í Hugskotinum frá 20. januar til 6. mars 2020, har tú fært møguleika at arbeiða miðvíst við tínum hugskoti ella tínari fyritøku í sjey vikur. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 6. desember kl. 23:59.
Nýskapan í ferðavinnuni er skipað sum ein íverksetaradíkjari, á enskum nevnt “startup accelerator programme”. At átakið er skipað sum ein íverksetaradíkjari merkir, at verulig ferð verður sett á menningina av verkætlanunum hetta tíðarskeiðið.
Útvaldu verkætlanirnar fáa sjey skraddaraseymaðar vikur í Hugskotinum við ókeypis ráðgeving frá mentorum úr føroyska vinnulívinum og ókeypis sparring við fremstu serfrøðingarnar innan ferðavinnu. Luttakararnir fáa eisini ókeypis innivist í Hugskotinum alt tíðarskeiðið umframt luttøku á spennandi verkstovum við undirvísing, framløgum og netverkan. Endabresturin á Nýskapan í ferðavinnuni verður á stórum vinnutiltaki í mars 2020, har luttakararnir leggja úrslitini av verkætlanunum fram. Á tiltakinum luttaka m.a. viðkomandi íleggjarar, møguligir samstarvsfelagar og umboð frá føroyska vinnulívinum.
Endamálið er at eggja íverksetum til nýhugsan á ferðavinnuøkinum, at stuðla nýggjum fyritøkum, ið arbeiða við ferðavinnu, og at spjaða ferðavinnuna bæði landafrøðiliga og yvir árið.
Ivast tú í, um tín verkætlan lýkur treytirnar ella hevur tú aðrar spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband Hugskotið á hugskotid@torshavn.fo ella tel. 289333.
Øll, sum hava áhuga í at arbeiða við sínum ferðavinnuhugskoti ella -fyritøku, eru vælkomin at søkja um luttøku á hesum leinki: https://hugskotid.fo/skrseting-nskapan-feravinnuni
Umsóknarfreistin er 6. des 2019 kl. 23.59. Avmarkað pláss.
Tað eru Hugskotið og Visit Tórshavn, sum skipa fyri Nýskapan í ferðavinnuni.