Opið hús

Kom framvið í Hugskotinum til opið hús 19.desembur :)
Í sambandi við Jobmatch, so skipar Tórshavnar kommuna í ár fyri einum upphitingartiltaki, har møguligt er at síggja ymisku deildirnar í kommununi.
Kl.15.00 er opið hús í Hugskotinum. Vit bjóða gløgg og holukøkur og tit fáa høvið at síggja íverksetaraumhvørvið í Tórshavn har umleið 35 fyritøkur húsast. Hetta er eitt upplagt høvið at sparra og práta við íverksetarar og starvsfólk í Hugskotinum, umframt Vinnuframa og Framtak sum eisini húsast í Sjóvinnuhúsinum.

Read More
Tiltøksúsanna Laursen
Upphiting Jobmatch

Upphiting til Jobmatch
Tórshavnar kommuna er aftur í ár høvuðsstuðul á Jobmatch, og vit gleða okkum at hitta tykkum til tiltakið, sum verður í Norðurlandahúsinum 28. desember. Men 19. desember fært tú ein sjáldsaman møguleika at koma til opið hús í fyrisitingini, har tú sleppur at vitja ymsu deildirnar hjá kommununi.
Boða frá luttøku á torshavn@torshavn.fo og viðmerk 'opið hús'.
Vit gleða okkum at síggja teg:)

Read More
Tíðindisúsanna Laursen
Íverksetarakafé - søla á netinum

Umhugsar tú sølu á netinum?

Hóskvøldið 8. nov. kl. 19.00 bjóðar Hugskotið aftur til Íverksetarakafé í Posthúskjallaranum. Evnið hesaferð verður søla á netinum.

Tað er eingin loyna, at søla á netinum er alsamt vaksandi. Eitt rák, sum leingi hevur gjørt seg galdandi í grannalondum okkara, og síggja vit eisini ein vøkstur innan sølu á netinum her heima.

Read More
Responsible Tourism

Í samband við ráðstevnuna Responsible Tourism skipa Hugskotið, Íverksetarahúsið og Vinnuframi fyri einum tiltaki 24. mai kl 13:15 – 14:40 í fundarhølinum í Sjóvinnuhúsinum á 3. hædd

Tiltakið fer at varpa ljós á íverksetan innan ferðavinnuna, herundir hvørjar royndir tey hava í Íslandi, og hvørjir møguleikar eru hjá íverksetarum og ferðavinnuaktørum innan vinnuferðavinnu í Føroyum.

Read More
Íverksetarakafé- Marknaðarføring

Hóskvøldið 17. mai kl 19:00 bjóðar Hugskotið aftur inn til Íverksetarakafé í Posthúskjallarunum, har íverksetarar, vinnulívsfólk og áhugaði hava møguleika at hittast til fyrilestur, netverkan, kaffi og prát.

Evnið hesaferð verður marknaðarføring og verður tað Sølvi Jespersen sum fer at fortelja hvussu ein kann marknaðarføra sína vøru ella tænastu.

Read More
súsanna Laursen
Style Jam

Aftur í ár verður spennandi tiltak fyri skapandi fólk og vinnur í Tórsgøtu í Havn vikuskiftið 16. til 18. februar 2018.

Style Jam er avbjóðingin har yrkis- og sjálvlærdir stílistar, sniðgevar, skræddarar, fotografar, filmsfólk, frisørar, make-up artistar, bindifólk o.o. arbeiða saman um at skapa bestu stílingarnar.

Read More