Responsible Tourism

Í samband við ráðstevnuna Responsible Tourism skipa Hugskotið, Íverksetarahúsið og Vinnuframi fyri einum tiltaki 24. mai kl 13:15 – 14:40 í fundarhølinum í Sjóvinnuhúsinum á 3. hædd

Tiltakið fer at varpa ljós á íverksetan innan ferðavinnuna, herundir hvørjar royndir tey hava í Íslandi, og hvørjir møguleikar eru hjá íverksetarum og ferðavinnuaktørum innan vinnuferðavinnu í Føroyum.

Read More
Íverksetarakafé- Marknaðarføring

Hóskvøldið 17. mai kl 19:00 bjóðar Hugskotið aftur inn til Íverksetarakafé í Posthúskjallarunum, har íverksetarar, vinnulívsfólk og áhugaði hava møguleika at hittast til fyrilestur, netverkan, kaffi og prát.

Evnið hesaferð verður marknaðarføring og verður tað Sølvi Jespersen sum fer at fortelja hvussu ein kann marknaðarføra sína vøru ella tænastu.

Read More
súsanna Laursen
Style Jam

Aftur í ár verður spennandi tiltak fyri skapandi fólk og vinnur í Tórsgøtu í Havn vikuskiftið 16. til 18. februar 2018.

Style Jam er avbjóðingin har yrkis- og sjálvlærdir stílistar, sniðgevar, skræddarar, fotografar, filmsfólk, frisørar, make-up artistar, bindifólk o.o. arbeiða saman um at skapa bestu stílingarnar.

Read More