Posts in Tíðindi
Talgilda tín bý 2.0

Hevur tú eitt hugskot, sum tú vilt seta í verk? Eitt hugskot, sum kann gera høvuðsstaðin til ein snildari, betri og burðardyggari bý.

Nú kanst tú vera við til at menna talgildar loysnir til høvuðsstaðin. KT-deildin í Tórshavnar kommunu og Hugskotið skipa saman fyri einari sokallaðari díkjaraskrá (startup accelerator program).

Read More
Samskipari til Hugskotið

Brennur tú fyri íverksetan og nýhugsan og kundi tú hugsað tær at arbeitt í einum kveikjandi og kreativum umhvørvi? So er tað kanska tær, vit leita eftir til starvið sum samskipari í Hugskotinum. Hugskotið hevur til endamáls at stimbra undir menningini av einum fjøltáttaðum vinnnulívi í Tórshavnar kommunu við at veita íverksetum góðar karmar, har rúm er fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan.

Read More
Abundance Cycle

Abundance Cycle verkstova um verksetan av Heimsmálunum við Jay Friedlander frá College of the Atlantic

Í samstarvi við Umhvørvisstovuna, Hugskotið og DTU skipar Fróðskaparsetrið fyri sera viðkomandi og praktiskari verkstovu um verksetan av Heimsmálunum hjá ST dagarnar 25.-27. mars. Verkstovan er ætlað lesandi og starvsfólki á bæði almennum stovnum og úr vinnuni, ið ynskja sær amboð til at betra um burðardygd av virksemi og mannagongdum.

Read More
Nýskapan í ferðavinnuni eydnaðist sera væl

Seinastu seks vikurnar hava vit verið so hepnar at arbeiða saman við hesum dugnaligu íverksetunum🤗 Í dag var so seinasti dagurin í accelerator tilgongdini ‘Nýskapan í ferðavinnuni’, og verkætlanirnar vóru lagdar fram alment í einari fullsettari Kongshøll. 1000 takk fyri tíðina saman tit - og tykkara fantastiska stóra innsats, sum sást aftur í framúr góðum framløgum í dag👌🏻Og takk fyri gávuna😍☺️ #nýskapaníferðavinnuni @ Sjóvinnuhúsið

Read More
Tíðindisúsanna Laursen
Vinnuforum

Vinnuforum er eitt afturvendandi tiltak, og hesa ferð er evnið íverksetan innan ferðavinnu.

Vit bjóða inn til ein spennandi seinnapart, har vit millum annað fáa høvi at hoyra kveikjandi søguna hjá kenda íverksetanum og vinnulívsmanninum Claus Meyer umframt um nýggjar føroyskar íverksetarasøgur.

Read More
Upphiting Jobmatch

Upphiting til Jobmatch
Tórshavnar kommuna er aftur í ár høvuðsstuðul á Jobmatch, og vit gleða okkum at hitta tykkum til tiltakið, sum verður í Norðurlandahúsinum 28. desember. Men 19. desember fært tú ein sjáldsaman møguleika at koma til opið hús í fyrisitingini, har tú sleppur at vitja ymsu deildirnar hjá kommununi.
Boða frá luttøku á torshavn@torshavn.fo og viðmerk 'opið hús'.
Vit gleða okkum at síggja teg:)

Read More
Tíðindisúsanna Laursen
Íverksetarakafé - søla á netinum

Umhugsar tú sølu á netinum?

Hóskvøldið 8. nov. kl. 19.00 bjóðar Hugskotið aftur til Íverksetarakafé í Posthúskjallaranum. Evnið hesaferð verður søla á netinum.

Tað er eingin loyna, at søla á netinum er alsamt vaksandi. Eitt rák, sum leingi hevur gjørt seg galdandi í grannalondum okkara, og síggja vit eisini ein vøkstur innan sølu á netinum her heima.

Read More
Style Jam

Aftur í ár verður spennandi tiltak fyri skapandi fólk og vinnur í Tórsgøtu í Havn vikuskiftið 16. til 18. februar 2018.

Style Jam er avbjóðingin har yrkis- og sjálvlærdir stílistar, sniðgevar, skræddarar, fotografar, filmsfólk, frisørar, make-up artistar, bindifólk o.o. arbeiða saman um at skapa bestu stílingarnar.

Read More