Mads Faurholt-Jørgensen høvuðsfyrilestrarhaldari á Born Global

mads faurholt-jorgensen.jpg

Mads Faurholt-Jørgensen hevur frá ungum árum veruliga gjørt vart við seg í Danmark sum eitt framúrskarandi talent í fíggjarheiminum og innan íverksetan.

Sum 26 ára gamal gjørdist hann stjóri í asiatisku deildini á stóru altjóða fyritøkuni Groupon og hevði áðrenn hetta verið partnari í konsulentfyritøkuni Mckinsey & Co. í 5 ár. Í dag er hann stjóri í altjóða fyritøkuni Nova Founders Capital, sum hann hevur verið við til at stovna, umframt at hann hevur verið við til at stovna 30 aðrar fyritøkur. Hann er eisini serkønur ráðgevi hjá ES innan íverksetan á alnótini.
Mads er útbúgvin bachelor í Business Administration frá CBS og hevur eina MBA frá MIT.

Umframt at vera seriu-íverkseti, stjóri og serkønur ráðgevi hevur hann saman við einum øðrum kendum donskum íverkseta, Lars Tvede skrivað metsølubókina ‘Iværksætter – Hvad jeg lærte af at starte 30 virksomheder’. Í bókini koma teir við góðum ráðum til íverksetar og greiða ikki minst frá teirra feilum og hvat ið teir hava lært av feilunum. Tað er við støði í hesari bókini, at Mads eisini er vorðin ein umbiðin fyrilestrarhaldari.

Á tiltakinum Born Global – Fyritøkur á altjóða marknaðinum tann 13. Juni fer hann at greiða frá sínum royndum, umframt at hann fer at koma við góðum ráðum til nýggjar fyritøkur og til fyritøkur, sum ætla sær út á altjóða marknaðin.

Tiltakið verður sett kl 13 av landstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálaráðum, Poul Michelsen.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.