Væleydnað útflutningstiltak

bornglobal.jpg

Hósdagin 13. juni skipaðu Hugskotið, Íverksetarahúsið, Vinnuframi, Framtak og UVMR fyri útflutningstiltaki, har sjóneykan varð sett á altjóða marknaðin og føroyskar fyritøkur á altjóða marknaðinum.

Fýra áhugaverdar og nýskapandi fyritøkur innan ymiskar vinnur í Føroyum greiddu frá teirra royndum at koma á altjóða marknaðin. Hesar fyritøkur vóru Farpay, Faroeknit, JT-Electric og TUTL International.

Harumframt kunnaði Gunvør Balle frá UVMR, hvussu uttanríkisráðið og sendistovurnar stuðla føroyskum fyritøkum sum vilja út í heim.

At enda var kendi seriu-íverksetin Mads Faurholt-Jørgensen á skránni. Mads hevur drúgvar altjóða vinnulívsroyndir, og hevur millum annað verið við til at stovna 30 fyritøkur og eigur og rekur í dag 13 fyritøkur. Hann tosaði í sinum fyrilestri um, hvussu ein kann byggja framtíðar vinnararfyritøkur upp.

Klikk á myndina fyri at blaða í myndasavninum.