UVMR á Born Global - fyritøkur á altjóða marknaðinum

gunvør.jpg

Gunvør Balle frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum kemur á tiltakinum at greiða frá, hvussu Uttanríkistænastan og sendistovurnar stuðla føroyskum fyritøkum, sum vilja út á altjóða marknaðin.

Tiltakið, Born Global - Fyritøkur á altjóða marknaðinum, verður sett kl. 13 í morgin, 13. juni, av landstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálaráðum, Poul Michelsen.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis og verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum. Skráset teg her: 
https://hugskotid.fo/skrseting-born-global