JT electric á Born Global í Kongshøll

Kristian Andreasen, Head of Key Account Management, kemur at greiða frá royndunum hjá JT electric á altjóða marknaðinum.

JT electric er ein nýskapandi fyritøka, sum mennir nýggjar slóðbrótandi loysnir til sjó- og alivinnuna á altjóða marknaðinum. Nevnast kunnu vørur sum: Ocean Lite, OceanCamera, TrawlCamera, OceanFeeder og OceanBarge, sum er sergjørdur hátøkniligur fóðurflaki til alivinnuna.

JT electric hevur havt fokus á menning og nýskapan í meira enn 47 ár, og selur í dag sínar hátøkniligu loysnir í øllum heiminum.

Tiltakið, Born Global - Fyritøkur á altjóða marknaðinum, verður sett kl 13 av landstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálaráðum, Poul Michelsen.

Øll eru hjartaliga vælkomin, tiltakið er ókeypis. Skráset teg her: https://hugskotid.fo/skrseting-born-global