FarPay á Born Global

samal.jpg

Sámal Samuelsen, sølustjóri kemur at greiða frá royndunum hjá FarPay á danska markanaðinum.
Fyritøkan FarPay veitir loysnir til handfaring og fakturasending, gjalding og uppfylging. FarPay hevur klárað at gjørt seg galdandi á útlendska marknaðinum, og størsti parturin av umsetninginum hjá FarPay er uttanfyri Føroyar. FarPay fekk fyrr í ár heiðurin sum Ársins Íverksetari.

Tiltakið, Born Global - Fyritøkur á altjóða marknaðinum, verður sett kl. 13 av landstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálaráðum, Poul Michelsen.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis. Skráset teg her: 
https://hugskotid.fo/skrseting-born-global