Born Global  - tiltak um fyritøkur á altjóða marknaðinum

Born Global - fyritøkur á altjóða marknaðinum 5.jpg

Ein avbjóðing fyri føroyskar fyritøkur er, at heimamarknaðurin er lítil og tí kann vera alneyðugt at koma út á altjóða marknaðin, um fyritøkan skal vaksa. Áhugavert útflutningstiltak verður 13. Juni í Konghøll í Sjóvinnuhúsinum, har ið sjóneykan verður sett á altjóða marknaðin og føroyskar fyritøkur á altjóða marknaðinum

 

Á tiltakinum verður ljós varpað á avbjóðingarnar at koma út á altjóða marknaðin, hvussu føroyskar fyritøkur hava klárað hetta og hvørjar avbjóðingarnar eru við at virka á altjóða marknaðinum.

 

Tað eru Vinnuframi, Hugskotið, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis – og Vinnumálaráðið sum saman standa fyri tiltakinum.

 

Mads Faurholt-Jørgensen - Seriu íverkseti á altjóða marknaðinum

Ein sum hevur fingið sera góð úrslit við at koma út á altjóða markaðin, er danin Mads Faurholt-Jørgensen. Hóast sín unga aldur, hevur hann nógvar royndir sum íverkseti við fleiri fyritøkum á altjóða marknaðinum, og er hann í dag stjóri í stórari altjóða fyritøku innan fíggjartøkni, sum hann sjálvur hevur verið við til at seta á stovn, Nova Founders Capital.

Mads verður høvuðsfyrilestrarhaldari á tiltakinum. Við støði í sínum royndum, fer hann at hava eina gjøgnumgongd av nútíðar best-practice og fer at tosa um, hvat ið kemur at eyðkenna eina væleydnaða talgilda fyritøku í tí talgildu framtíðini og hvussu hann metir, at fyritøkur eiga at bera seg at á altjóða marknaðinum. Hann fer eisini at tosa um, hvat ið hann vildi gjørt øðrvísi um hann fór á marknaðin í dag og hvat hann hevur lært av sínum feilum.

Høvuðstøðið í fyrilestrinum kemur at vera, hvørjar leiðslustrategiir rigga og hvørji handilsmodel eru neyðug, fyri at eydnast væl í einari talgildari framtíð.

 

Fýra nýskapandi føroyskar fyritøkur á altjóða marknaðinum

Føroyar hava eisini fyritøkur, sum hava staðið seg væl á altjóða marknaðinum, og hava við boðið fýra teirra at koma og greiða frá teirra royndum.

KT-fyritøkan Farpay fór eftir stuttari tíð út á altjóða marknaðin eftir at hava roynt seg við góðum úrslitum í Føroyum. Í dag hevur fyritøkan størsta partin av virksemi sínum uttanfyri Føroyar og hevur fyritøkan havt stóra framgongd síðani hon varð sett á stovn. Farpay vunnu eisini heiðurin sum ársins íverkseti á Íverksetaradegnum herfyri.

Fyritøkan Faroeknit sum selur troyggjur og bindiuppskriftir, selur stóran part av sínum vørum á amerikanska marknaðinum og eru vørurnar marknaðarførdar ígjøgnum instagram, har fyritøkan í dag hevur yvir 15.000 fylgjarar.

JT – Electric hava fingið sær serkunnleika innan loysnir til fiskivinnuna og hevur tað eydnast sera væl hjá teimum, at fáa sínar vørur á altjóða marknaðin.

TUTL International arbeiða støðugt við at seta sjóneykuna á føroyskan tónleik uttanlands, og kemur umboð frá teimum at greiða frá, hvussu tey arbeiða við at fáa føroyskan tónleik útum landoddarnar.

 

Á tiltakinum kemur eisini Gunvør Balle úr Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum at greiða frá, hvussu ráðið stuðlar føroyskum fyritøkum, sum vilja út á áltjóða marknaðin.

Tiltakið verður sett kl 13 av landstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálaráðum, Poul Michelsen.