Íverksetarakafé - bókhald fyri byrjarar

bókhald fyri byrjarar.jpg

Mikukvøldið 24. apríl kl. 19 skipar Hugskotið aftur fyri íverksetarakafé í Posthúskjallaranum, og hesuferð verður evnið bókhald fyri byrjarar.

Tað hevur týdning fyri teg sum íverksetara at hava kunnleika til bókhald, tá farið verður undir egið virki.

Stórur partur av íverksetarunum sum venda sær til Hugskotið, meta seg hava tørv á størri kunnleika til bókhald og renna seg javnan í avbjóðingar hesum viðvíkjandi.
Vit í Hugskotinum hava tí valt at skipa fyri einari íverksetarakafe við hesum evninum.

Óli Joensen, úr grannskoðaravirkinum Januar, kemur á kaféini at greiða frá teimum viðurskiftunum viðvíkjandi bókhaldi, sum hava týdning at vita nakað um, tá ið tú sum íverkseti skalt byrja tína egnu fyritøku.
Á kvøldinum fert tú at fáa stutta og greiða vitan um evnir sum fíggjarætlan og roknskap, og fert at læra um:

• Ymsar felagsformar, og fyrimunir og vansar við felagsformunum.
• Samanhang millum bókhald og roknskap.
• Fíggjarætlan sum eitt amboð.
• Góðar bókhaldsvanar, tá tú sum íverkseti ferð ígongd.
• Fylgja bókhaldinum frá fylgiskjølum til lidna roknskapin.
• Kontoætlan og bygnaðurin av kontætlanini.
• Kontera á røttu kontunum, herí eisini handfaring av debit og kredit.
• Avstemman av skuld og ogn.
• Bóka mvg, løn og skatt.

Vit fara ikki í dýpdina við øllum hesum evnunum, men tú fært eitt yvirlit yvir tey viðurskiftini ið viðvikja bókhaldi sum hava týdning at hava í huga, tá tú setur egna fyritøku á stovn.

Til ber sjálvandi eisini at seta Óla spurningar á kaféini.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.