SAMSKIPARI TIL HUGSKOTID

Brennur tú fyri íverksetan og nýhugsan og kundi tú hugsað tær at arbeitt í einum kveikjandi og kreativum umhvørvi? So er tað kanska tær, vit leita eftir til starvið sum samskipari í Hugskotinum. Hugskotið hevur til endamáls at stimbra undir menningini av einum fjøltáttaðum vinnnulívi í Tórshavnar kommunu við at veita íverksetum góðar karmar, har rúm er fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan. Har eggjað verður til at virka og deila vitan, og har arbeitt verður miðvíst fyri at veita vinnuspírum og fyritøkum holla og viðkomandi ráðgeving.

UM STARVIÐ
Arbeiðsøkið fevnir breitt og uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Tú kemur at samskipa og umsita dagliga virksemið, og tú hevur ein aktivan leiklut, tá tað kemur til at loysa avbjóðingar og áhaldandi menna umstøður og trivnaðin í Hugskotinum. Tín uppgáva verður eisini at marknaðarføra og sjónliggera tænastur og tiltøk hjá Hugskotinum.

Tú arbeiðir í tøttum samstarvi við leiðaran við at menna, leggja til rættis og gjøgnumføra nýggjar viðkomandi verkætlanir og tiltøk. Starvið fevnir harafturat um at ráðgeva og vegleiða íverksetarar og fyritøkur, og at stimbra samstarvið millum vinnuspírar og vinnulív.

FØRLEIKAKRØV
Tú skalt hava viðkomandi útbúgving og royndir, og førleikarnir at samskifta á føroyskum og enskum skulu vera góðir, bæði í skrift og talu. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur gott innlit í vinnulívið og føroyska íverksetaraumhvørvið.
Vit vænta, at tú hevur áhuga í og royndir innan verkætlanararbeiði, ráðgeving, marknaðarføring og fyriskipan.

Sum persónur ert tú proaktiv/-ur, jalig/-ur og sært møguleikar fram um forðingar.
Harumframt dámar tær væl at síggja úrslit av tí arbeiði, tú ger. Tú megnar sjálvstøðugt at fremja uppgávur og verkætlanir og at átaka tær praktiskar uppgávur. Tú hevur lætt við at samskifta og samstarva og ert tænastusinnað/-ur og opin. Tað er týdningarmikið, at tú kanst arbeiða undir knøppum tíðarfreistum og skiftandi arbeiðstíðum.

UM OKKUM

Hugskotið húsast í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Tórshavn, og her starvast tvey fólk.

Umstøðurnar eru av teimum bestu og umleið 40 íverksetarar hava í løtuni innivist í Hugskotinum. Umframt innivist til íverksetarar er høvuðsvirksemið hjá Hugskotinum at veita ókeypis ráðgeving til íverksetarar og fyritøkur. Harumframt verður regluliga skipað fyri tiltøkum, verkstovum og øðrum vinnufremjandi átøkum.

VIT BJÓÐA:
eitt spennandi starv í einum spírandi og fjølbroyttum umhvørvi, har eingin dagur er eins. Góður møguleiki er fyri menninig og tú fært stóra ávirkan á tín arbeiðsdag. Løn og setanartreytir eru sambært avvarðandi sáttmála.

Umsóknir skulu sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 2. mai 2019.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sóley Heradóttir Hammer, leiðara, á telefon 289333.