Verkstova við Alexander Osterwalder

Osterwalder-1110x635.png

 

Ein av heimsins hægst mettu vinnulívs-strategum til Føroya at halda skeið

 

Nú fáa føroysk vinnulívsfólk og íverksetarar høvi til at taka forkunnuga verkstovu í Business Model Canvas í Føroyum.

Hetta verður 31. mai tá ið heimskendi íverksetin, teoretikarin og mennarin av Business Model Canvas, Alexander Osterwalder, kemur til Føroyar.

Alex er høvundurin aftan bøkurnar Business Model Generation og Value Proposition Design, sum eru seldar í milliónum av eintøkum á 37 heimsmálum.

Hann hevur uppfunnið Business Model Canvas, sum er eitt strategiskt tól hjá fyritøkum at nýta fyri at tryggja, at fyritøkan allatíðina er kappingarfør og nýskapandi. Hesin leisturin verður nýtttur av teimum mest førandi vinnufyritøkunum og íverksetarunum í heiminum. Hann hevur regluligar altjóða verkstovur í býum sum London, Boston og Berlin og hevur verið gestarøðari á víðagitnu Wharton, Stanford, Berkeley og MIT universitetunum.

Hann fer at halda tvær verkstovur í Føroyum. Eina verkstovan er serliga ætlað vinnulívinum og íverksetarum, og annars øllum teimum sum vilja tilogna sær hands-on amboð til at menna sína fyritøku út frá Business Model og Value Proposition Canvas.

Hitt skeiðið, Biz4Kids, er ætlað skúlabørnum millum 10-14 ár. Alex hevur saman við børnum sínum, sum verða við á verkstovuni, ment teknisøgur sum á ein einfaldan og skemtiligan hátt skulu kveikja áhugan hjá børnum og ungum fyri íverksetan og handilsskapi.

 At ein maður sum Osterwalder setur tíð av til at koma til Føroyar er sera forkunnugt og er hetta ein heilt serstakur møguleiki hjá føroyska vinnulívinum og teimum, sum fáast við íverksetan, at tilogna sær vitan um Business Model og Value Proposition Canvas frá manninum, sum hevur ment hesi amboðini.