Íverksetarakafé - søla á netinum

íverksetarakafe.jpg

Umhugsar tú sølu á netinum?

Hóskvøldið 8. nov. kl. 19.00 bjóðar Hugskotið aftur til Íverksetarakafé í Posthúskjallaranum. Evnið hesaferð verður søla á netinum.

Tað er eingin loyna, at søla á netinum er alsamt vaksandi. Eitt rák, sum leingi hevur gjørt seg galdandi í grannalondum okkara, og síggja vit eisini ein vøkstur innan sølu á netinum her heima.

Hevur tú ein dreym um at røkka ein breiðum málbólik, sum fer út um títt lokala øki? Ella ynskir tú at økja um søluna, men ivast í hvat krevst?

So eru góð ráð at heinta á komandi íverksetarakafé, har evnið er søla á netinum. Tað verður Jákup Justinussen, ráðgevi innan marknaðarførslu á talgildum miðlum, sum kemur at greiða frá og ráðgeva luttakarunum.

Fokus verður sett á:

Fyrimunir
Prísir
Vanligar fellur
Handilsskipanir
Gjaldsháttir
Gjaldshandfaring
Lýsing á netinum

Kom og fá svar uppá spurningar sum:

Hvørjir fyrimunir eru við at hava ein nethandil?
Hvussu byrji eg við einum nethandli?
Hvat kostar tað?
Hvønn nethandil skal eg velja?
Hvat skal eg serliga hugsa um?
Hvat skal eg vera serliga varug/ur við?
Er kjansur fyri, at sølan í mínum fysiska handli minkar, ella er tað ein styrki at vera til staðar á fleiri mótum?
Hvussu nógv arbeiði skal eg vænta at leggja í ein nethandil, og hvussu skipi eg arbeiðið best?
Skulu vit hava eina ætlan fyri okkara virksemi á netinum, og hvat skal standa í henni?
Skulu vit lýsa á netinum, og hvat kostar tað?

Hevur tú hug at hoyra meira um hetta spennandi evnið, so kom við á íverksetarakafé hósdagin 8. november og hoyr nærri.

Okkurt gott verður til góman.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.