Verksetan av Heimsmálunum

verksetan heimsmál.jpg

Í samstarvi við Hugskotið, Tórshavnar Kommunu og Umhvørvisstovuna, bjóðar Fróðskaparsetur Føroya øllum áhugaðum til alment tiltak um verksetan av Heimsmálunum hjá ST hósdagin 28. mars í auluni á Finsens.

Nógv hevur verið at frætt um Heimsmálini seinastu tíðina, og hvussu Føroyar frameftir skulu arbeiða við Heimsmálunum. Við hesum tiltakinum, verður sjóneykan sett á, hvussu arbeitt verður beinleiðis við Heimsmálunum í ymiskum organisatiónum í Føroyum.

Skrá:

- Magni Arge, Tjóðveldi

Burðardyggu Heimsmálini á Føroyskum

- Rúni Rasmussen, Løgmansskrivstovan

Landsstýrið og Heimsmálini

- Umhvørvisstovunan

Heimsmálini og Umhvørvisstovan

- Óluva Vang, Tórshavnar Kommuna

Heimsmálini í Tórshavnar kommunu

- Sóley H. Hammer, Hugskotið

Burðardyggar loysnir, útboð og eftirspurningur

- Steðgur

- Jay Friedlander, College of the Atlantic

Verksetan av Heimsmálum umvegis Abundance Cycle Framework og dømi um ymiskar loysnir frá verkstovuni “Abundance Cycle Framework” (25.-27. mars 2019)

Øll eru vælkomin.