Style Jam

style jam.jpg

Style Jam 2018 í Reinsarínum

Aftur í ár verður spennandi tiltak fyri skapandi fólk og vinnur í Tórsgøtu í Havn vikuskiftið 16. til 18. februar 2018.

Style Jam er avbjóðingin har yrkis- og sjálvlærdir stílistar, sniðgevar, skræddarar, fotografar, filmsfólk, frisørar, make-up artistar, bindifólk o.o. arbeiða saman um at skapa bestu stílingarnar.
Afturat bestu stílingarnar, er kravið eisini at gera pløgg og tilhoyr til settini.

Farið verður til verka fríggjakvøldið 16. februar 2018 kl. 17.00 og hildið verður á til sunnudagin 18. februar kl. 17.00. Úrslitini verða løgd fram fyri dómarunum sunnukvøldið kl. 18.

Hetta verður eitt vikuskifti

• við fokus á kreativitet, design og styling
• við øðrum, sum hava sama áhuga sum tú, so tú kanst netverka og skapa samstarv
• við menning av klæðum og tilhoyri
• við altjóða viðurkendum dómarum

Tað eru Sýran Design og Hugskotið, ið saman vilja menna vitan og samstarv innan design, stíling og kreativitet og Á handlarnir eru høvuðstuðulin.

Tiltakið er ókeypis.
Øll yvir 16 ár eru hjartaliga vælkomin.

Bæði einstaklingar og bólkar kunnu melda seg til. Send okkum navn og hvat fyri øki, tú kundi hugsa tær at arbeitt innan, td. frisør, stílist, bindari ella fleiri.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til hugskotid@hugskotid.fo - viðmerk Style Jam