Responsible Tourism

responsible tourism.jpg

Íverksetan innan ferðavinnuna: royndir úr Íslandi og møguleikar í Føroyum.

Í samband við ráðstevnuna Responsible Tourism skipa Hugskotið, Íverksetarahúsið og Vinnuframi fyri einum tiltaki 24. mai kl 13:15 – 14:40 í fundarhølinum í Sjóvinnuhúsinum á 3. hædd

Tiltakið fer at varpa ljós á íverksetan innan ferðavinnuna, herundir hvørjar royndir tey hava í Íslandi, og hvørjir møguleikar eru hjá íverksetarum og ferðavinnuaktørum innan vinnuferðavinnu í Føroyum.

Fyrst kemur Ketill Berg Magnússon at greiða frá íverksetan í Íslandi og Startup Tourism Iceland og kemur hann eisini at greiða frá egnum royndum, bæði sum ráðgevi innan íverksetan og sínum royndum sum íverkseti við fyritøkuni Viking Adventure.

Síðani kemur Annleyg Lamhauge frá Visit Faroe Islands at greiða frá vinnuferðavinnu (MICE). Annleyg kemur at greiða frá, hvør hesin málbólkur er og hví hann er týdningarmikil fyri Føroyar, og hvørjir møguleikar eru hjá íverksetum í hesum sambandi.

Høvið verður at seta spurningar og vónandi fáa vit eitt gott kjak.

Meira kunning um Ketill Berg Magnussen og Annleyg Lamhauge: https://www.greengrowthdialogue.com/inspirators-2018