Opið hús

opið hús.jpg

Kom framvið í Hugskotinum til opið hús 19.desembur :)
Í sambandi við Jobmatch, so skipar Tórshavnar kommuna í ár fyri einum upphitingartiltaki, har møguligt er at síggja ymisku deildirnar í kommununi.
Kl.15.00 er opið hús í Hugskotinum. Vit bjóða gløgg og holukøkur og tit fáa høvið at síggja íverksetaraumhvørvið í Tórshavn har umleið 35 fyritøkur húsast. Hetta er eitt upplagt høvið at sparra og práta við íverksetarar og starvsfólk í Hugskotinum, umframt Vinnuframa og Framtak sum eisini húsast í Sjóvinnuhúsinum.
Eisini eru styttri upplegg á skrá. Millum annað fer leiðarin í Hugskotinum Sóley Heradóttir Hammer at greiða frá virkseminum í Hugskotinum, og tit fáa møguleika at hoyra nærri um, hvat fyritøkurnar Tosa, TechCare og SafeFriend arbeiða við.
Øll eru hjartaliga vælkomin :)

Tiltøksúsanna Laursen