Spennandi tiltak við Sonju Davidsen

sonja davidsen.jpg

Hóskvøldið 3. okt. kl 19:30 fer unga vinnulívskvinnan, Sonja Davidsen, at greiða frá um hennara skjótt vaksandi fyritøku, OW Intimates, ið selur undirklæði og svimjiklæði, í fleiri enn 20 londum.

Sonja fer m.a at greiða frá hvussu hon eftir fáum árum hevur megnað at bygt sítt brand upp til eina blómandi fyritøku, og hvussu Instagram gav fyritøkuni fulla ferð.

Við ongari útbúgving og ongum pengum til marknaðarføring hevur Sonja klárað at skapt eina blómandi fyritøkuna, sum veksur við rúkandi ferð.

Á kvøldinum verður eisini annað áhugavert á skránni. Millum annað greiðir Hugskotið frá hvussu tey hjálpa, at fáa hugskot til veruleika. Hotel Hafnia bjóðar kaffe/the og kakur.

Keyp atgongumerki til tiltakið her: https://www.atgongumerki.fo/1…/hugnakv-ld-kom-og-fa-iblastur