Ráðgeving-09-marknadarforing.jpg

Søla og marknaðarføring


Søla

Prísáseting
At finna rætta prísin snýr seg ikki einans um at rokna út kostnað og yvirskot. Tá tú skalt áseta prís fyri vøruna/tænastuna, kanst tú nýta:

  • Útreiðsluháttin

  • Viriðisháttin

  • Kappingarháttin

Útreiðsluhátturin verður nýttur at rokna prísin fyri vøruna, tá tað snýr seg um fastan kostnað, sum fevnir um leigu av hølum v.ø. og tann skiftandi kostnaðin, sum verður nýttur til tilfar og annað. Tá kostnaðurin er upplýstur, verður vinningurin lagdur afturat.

Virðishátturin verður nýttur, tá vøran hevur hægri virðið enn kostnaðurin á framleiðsluni. Fyri at finna rætta virðið á vøruni, skulu fyrimunirnir við vøruni greinast, og út frá hesum skal finnast eitt virði fyri kundan.

Kappingarhátturin ásetur prís eftir kappingarneytanum. Til kappingarháttin skal greinast, hvat líknandi vørur/tænastur kosta, og hvørja ávirkan lægri prísur fær á eftirspurningin.

Um vøran skal útflytast, er eisini neyðugt at hugsa um fraktkostnað og toll.


Marknaðarføring

Er vøran har, og tað er eftirspurningur eftir henni, so koma kundarnir av sær sjálvum? Nei! Um kundin ikki ert varhugur við teg, fær hann sjálvsagt ikki keypt frá tær.

Skal tú skilja teg út og røkka tínum málbólki, er neyðugt at tú marknaðarførur tína vøru/tænastu. Hetta kann gerast á nógvar ymiskar háttir og á ymiskum pallum. Hugsa um, hvør tín málbólkur er, og hvar hann “ferðast”. Tað snýr seg millum annað um:

  • Ráðlegging. Definera tín málbólk. Tú mást kenna tín kunda, áðrenn tú kanst byrja eina aktiva marknaðarføringsætlan. Tískil er neyðugt at vita, hvørjar kundar tú vilt hava.

  • Menning. Ger eina marknaðarætlan og vel røttu kanalirnar.

  • Implementering. Set tína ætlan í verk og máta úrslitini.

Branding
Tá talan er um marknaðarføring, koma vit ikki uttan um branding. Brandinghugtakið hevur seinastu árini vundið sera nógv upp á seg, bæði tá tað kemur til fyritøkur, lond, ferðamál, ítróttarfeløg o.s.fr. Endamálið við branding er at menna ein profil, har tú skilir teg út frá mongdini. Eitt brand kann taka tíð at byggja upp, men tað kann vera ein fyrimunur at brúka orku upp á at gera eina gjøgnumhugsaða brandingsstrategi.

  • Títt brand skal klárt vísa á, hvat tað er, tú tekst við.

  • Títt brand er tað lyftið, tú gevur kundunum. Til dømis um tú ert í mærglætisvinnuni, skal títt brand greitt vísa hetta. Ert tú í tilboðsvinnuni, er tað sama galdandi.

Ein háttur at menna sítt brand er at taka sær stundir til at definera eitt sonevnt Brand Positioning Statement (BPS):

  • Um tína vøru/tænastu

  • Hvør er tín kundi?

  • Hvat ger tína vøru/tænastu serstaka?

  • Hvat fyri trupulleika/forðing/avbjóðing skal tín vøra/tænasta loysa?

  • Hvat virði kanst tú geva kundunum, hví ert tú øðrvísi enn hini?

 

  • Hvussu vilt tú síggjast á marknaðinum?

  • Val av samskiftismiðlum og kanalum (hvar røkkur tú best tínum kundum?)

  • Generelt “tónalag” í teksti, talu, tilfarið, umframt litir, slogan o.s.fr.

  • Hvørjar kenslur vilt tú vekja í fólki?

  • Minst til at halda títt brand við líka. Um brandið skal liva leingi, skal tað broytast við kundunum, fyritøkuni og samfelagnum.

 

Tíðindaskriv

Tíðindaskrivið verður nógv nýtt til at kunna miðlar og kundar um fyritøkuna og vørurnar, ið fyritøkan selur.

Tá ið eitt tíðindaskriv verður skrivað, er avgerandi, at tú hugsar sum eitt miðlafólk og ger greinina áhugaverda.

  • Tíni tíðindi skulu vera viðkomandi.

  • Bygg upp greinina eftir tíðindatríkantinum, ið inniber eina yvirskrift, endurgeving, inngang, lýsandi breyðtekst og samskiftisupplýsingar.

  • Hav skil á sitatum og endurgevingum.

  • Send tíðindaskrivið til miðlafólk.

Marknaðarføring á sosialu miðlunum

Tað eru nógvir møguleikar at marknaðarføra tína vøru/tænastu á sosialu miðlunum: Facebook, instagram, Snapchat, Google Ads, o.s.fr. Rák, møguleikar og mannagongdir broytast og mennast støðugt, og tí kann tað vera ein fyrimunur at fylgja við á ymiskum heimasíðum um talgilda marknaðarføring og marknaðarføring sum heild, sí til dømis hesar leinkjur:

Markedsføring.dk: http://markedsforing.dk/

Marketing Tech : https://www.marketingtechnews.net/

Adweek: https://www.adweek.com/

Facebook

Tað er eingin loyna, at Facebook er ein skjót og bílig loysn, tá tú vilt út við einum boðskapi.

Størsti fyrimunurin við marknaðarførslu á Facebook er, at tú lætt og skjótt kanst vísa hvat tú selur. Facebook er ein stórur pallur, har tað er lætt at koma í samband við nýggjar kundar. Facebook gevur tær eisini møguleika at finna rætta málbólkin við Facebook Ads Manager.

Tú kanst lesa meira um marknaðarføring á Facebook her: https://www.facebook.com/business/overview