Samband

 

Samband

 

Sóley H. Hammer

Umsitari

Tel. 28 93 33
soleyhh@torshavn.fo

Súsanna Laursen

Samskipari

Tel. 21 33 26
susannal@torshavn.fo

  

Stutt um Hugskotið

Hugskotið hevur til endamáls at stimbra undir menningini av einum fjøltáttaðum vinnnulívi í kommununi við at veita verksetum góðar karmar, har rúm er fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan. Har eggjað verður til at virka og deila vitan, har arbeitt verður miðvíst fyri at veita íverksetum og fyritøkum holla og viðkomandi ráðgeving. Vinnan hevur ymiskan tørv og ymiskar avbjóðingar, tí leggur Hugskotið seg eftir at veita eina tænastu frá byrjan til framhaldandi menning av fyritøkuni.

Ráðgevingin hjá Hugskotinum er ókeypis, og eingi mørk verða sett fyri, hvør kann fáa ráðgeving. Ráðgevingin fer fram í hølunum hjá Hugskotinum, men kemur tað eisini fyri, at samskiftið fer fram umvegis alnótina. Allar ráðgevingar frá Hugskotinum verða veittar í trúnaði. Hugskotið ráðgevur sera breitt, og til ráðgevingarnar verður millum annað viðurkenda amboðið vakstrarhjóli nýtt, eisini er møguligt at fáa løgfrøðiliga ráðgeving um millum annað, hvussu eitt felag verður stovnað.

Við ynski um eitt fjølbroyttari vinnulív í Tórshavnar Kommunu setti kommunan sær sum mál at skapa neyðugu karmar og seta á stovn eitt nýskapanarhús. Í apríl 2014 lótu hurðarnar hjá Hugskotinum upp fyri íverksetum og øðrum áhugaðum í snotuligu hølunum í Niels Winthersgøtu. Frá fyrsta degi hevur tað verið góð undirtøka fyri virkseminum hjá Hugskotinum, sum bara hevur vundið uppá seg. Í mars 2017 flutti Hugskotið frá miðbýnum út í Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju 15, sum hevur givið munandi betri karmar til nýskapanarhúsið.

Hugskotið hevur frá byrjan bjóðað íverksetum innivist í snotiligum og kveikjandi hølum. Við at fleiri sita saman í stórum skrivstovulandslagi er møguligt at tosa saman um hugskot, menning og at netverka.

Eisini leggur Hugskotið seg eftir at styrkja um nýhugsan og íverksetan í kommununi, við at skipa fyri ymiskum tiltøkum. Hetta verður eisini gjørt í tøttum samstarvið við aðrar aktørar innan nýhugsan og íverksetan.

 

Hugskotið

Vestara Bryggja 15
100 Tórshavn
Færøerne / Faroe Islands