Ráðgeving-08-bokhald.jpg

Roknskaparskylda


Ársuppgerð

Sum sjálvstøðugt vinnurekandi er gott, um tú leypandi førir roknskap yvir inntøkur og útreiðslur. Tað gevur eitt gott yvirlit yvir fíggjarligu støðuna og er við til at tryggja, at tú hevur allar upplýsingar til sjálvuppgávuna.

Partafeløg og feløg, ið eru skrásett hjá skráseting Føroya, skulu lata roknskapir og skattligar uppgerðir talgilt inn á Vinnugluggan.

Virkir og einstaklingar lata roknskap talgilt inn hjá TAKS í samband við sjálvuppgávuna.

Á heimasíðuna hjá TAKS kanst tú lesa meira um, hvørjar lógir eru galdandi fyri títt virkið, ið er ymiskt eftir hvat slag av felag, tað er.

Við í ársuppgerðini skal vera:

  • Ein leiðsluátekning og møguliga granskoðaraátekning.

  • Ein ársroknskapur við úrslitauppgerð og fíggjarjavna, harundir eginpening.

  • Ein frágreiðing um roknskaparpraksis og eina frágreiðing um virksemið hjá fyritøkuni.

Tað er týdningarmikið at yvirhalda tíðarfreistirnar, sum Taks ásetur.

Tú skalt kunna skjalprógva tínar inntøkur og útreiðslur við fylgiskjølum. Um tú bókar tíni fylgiskjøl leypandi, tryggjar tú tær, at tú veitst, hvat tú skalt gjalda í meirvirðisgjald.

Roknskaparskjøl og fylgiskjøl skulu goymast í 5 ár.

Øll, ið hava roknskaparskyldu, skulu lata inn fullfíggjaðan roknskap saman við sjálvuppgávuni innan 1. mai hvørt ár, eftir inntøkuárið er lokið. Tað er tín ábyrgd, at roknskapurin er í lagi.


Bókhald

Reglurnar innan bókhald krevja, at allar flytingar verða skrásettar nágreiniliga við atlit til stødd og slag av virki. Allar flytingar skulu skrásetast skjótast gjørligt og so vítt møguligt í røttu raðfylgju.

Allar skrásetingar skulu skjalprógvast við fylgiskjølum. Skrásetingarnar skulu harafturat gerast upp við kassapeningi og tøkum peningi.


Reglar um krøv til rokningar

Um tú selur MVG skyldugar vørur ella tænastur til onnur vinnurekandi, skalt tú altíð gera ein faktura, ið skal innihalda:

  • Fakturanummar

  • Fakturadagfesting

  • Navn á seljara, bústað og virkisnummar

  • Navn og bústað hjá kundanum

  • Vøruslag, mongd og prís

  • Veitingarardagur

  • Meirvirðisgjald grundarlag

  • Galdandi meirvirðisgjald

  • Upphædd á meirvirðisgjaldi

Les meira á heimasíðuni hjá TAKS