Ráðgeving

Til íverksetarar og fyritøkur.
Ókeypis og altíð í trúnaði.

 
 
 
Hugskotid_0006.JPG
 

Høvuðsvirksemið hjá Hugskotinum er at veita ráðgeving til íverksetarar og fyritøkur. Hevur tú eitt hugskot ella arbeiðir tú við eini verkætlan og manglar íblástur ella sparring, so hjálpa vit í Hugskotinum tær fegin. Tænastan er ókeypis og altíð í trúnaði.

 
Er tað nakað ávíst tú ynskir at tosa um?
 

Ger eina virkisætlan

 

Ein virkisætlan er ein lýsing av tínari komandi fyritøku og ein ætlan yvir, hvussu tú ætlar at reka og menna hesa. Tá ið tú gert tína virkisætlan, skapar tú eitt yvirlit, ið ger tað nemmari fyri onnur, at síggja hvat tú arbeiðir við.

Ein virkisætlan inniheldur upplýsingar um fíggjarætlan, bygnað, sølu, marknaðarførslu og menningarmøguleikar.

Ein virkisætlan hjálpir tær:

  • at byggja og fremja tína framtíðarhugsan og visjón

  • at savna fakliga vitan og sannførandi upplýsingar

  • at velja betri handilsligar avgerðir

  • at vísa íleggjarum, at íløgan er góð

  • at veita grundalagið fyri betri ráðføring

  • at vísa, at tú ert álvarssom/álvarsamur og saklig/ur

Tá tú skalt gera tína virkisætlan, er lættast at nýta eina skabelón.

 
byrja-god-rad.gif
 
vaeksthjulet-400.png

Vakstrarhjólið

Vakstrarhjólið er eitt professionelt góðkent amboð til íverksetan og menning, og Hugskotið er sertifiserað til at nýta tað. Við at nýta Vakstrarhjólið kunnu vit í Hugskotinum á einfaldan hátt hjálpa at nágreina, hvørjar avbjóðingar og møguleikar fyri menning eru til staðar.

Tað eru fýra høvuðsavbjóðingar, sum støða skal takast til og sum eru grundleggjandi byggikubbar í eini fyritøku. Avbjóðingarnar eru at fáa eina áhugaverda og kappingarføra virkisætlan, ein sterkan bygnað, eitt varandi kundasamband og ein lønandi rakstur. Avbjóðingarnar eru tær somu fyri allar fyritøkur. Vakstrarhjólið tryggjar, at atlit verða tikin til øll viðurskifti.


 
Business_Model_Canvas.png

Business Model Canvas

Business Model Canvas er eitt altjóða viðurkent amboð til íverksetan og menning av fyritøkum. Hugskotið er sertifiserað til at nýta Business Model Canvas.

Myndilin er uppbygdur av níggju byggisteinum sum allir ávirka hvønn annan. Myndilin er serliga góður til at skapa eitt sjónbært yvirlit yvir verkætlanina og øll liðini í verkætlanini fyri at finna fram til, hvat handilsmodel hóskar best til fyritøkuna.