Ráðgeving-05-businessplan.jpg

Hugmyndarstøði hjá fyritøkuni

Fyri at vita um eitt gott hugskot heldur, kann mann prøva at menna eitt handils-uppskot ella hugmyndarstøði fyri eina fyritøku.

  • Hvat kann tað blíva til?

  • Hvør málbólkur kundi hugsað sær at keypt vøruna, og hví?

Nógv tey flestu hugskotini blíva broytt ella løgd eftir umstøðunum. Men visjónin er sera týdningarmikil at hava í huga – aftaná skal nýskaptar mannagongdin greina marknaðin og arbeiða við at gera eina prototypu. Tað ger tað lættari at síggja hvussu hugskotið kann betrast og passa væl inn til marknaðin.

Fyri at kunna framføra hugskotið yvirfyri komandi íognarar ella kundum, er tað gott at hava í huga, at frágreiðingin er stutt og nágreiniliga. Hugmyndarstøði hjá einari fyritøku ella íverksetara sigur hvørji ynskir og tørv tey ynskja at fáa dekkaðan hjá endabrukanum.


Lýsing av hugskotinum

Burðardygdin hjá hugskotinum er, hvørja nyttu kann tað gera: Hvønn tørv dekkar tað, ella hvat kann tað loysa, um onkur trupulleiki er. Lýsingin av hugskotinum kann gott dýpast, soleiðis at íverksetarin ella fyritøkan fær sagt, hví akkurát hetta hugskotið kom til teirra varhuga.

Eitt annað er, at greina hvørja gagnvirði vøran vil geva kundanum, og har fáa innlit í, hví kundarnar vilja eftirspyrja vøruna. Gagnvirði og kundin skula kunna uppfatast í einum breiðum høvið: Gagnvirði fevnir eisini um til dømis, luksus, hugmynd og status. kundin er hann ið keypir vøruna, og hann, sum tekur brúk í nýmenningini/nýskapauna.


Visjón, missión og mál

Tað kann vera ein stórur fyrimunur, um tú hugsar Handils-grundarlagið sum eina pyramidu fyri at skapa eitt yvirlit yvir fyritøkuna visjón, missión og mál.

Visjónin hjá fyritøkuni, er langtíðar hugsanir/planir, um hvat fyritøkan skal menna seg til. Visjónin er ljósið á endanum á einari langari tunnil, hon hjálpir eisini fyritøkuni at definera síni mál.

Missiónin hjá fyritøkuni er góðskan, hvat strembar fyritøkan eftir, og um tað er vert at stremba fram ímóti.

Til dømis kann fyritøkan seta sær hesar spurningar:

  • Hvønn tørv og ynskir skal vøran uppnáa?

  • Hvat skal eyðkenna fyritøkuna?

  • Hvat hugskot, er grundarlagið hjá fyritøkuni?

Ein missión hevur virðing tí:

  • Hon dýpir vissjónina hjá fyritøkuni

  • Hon definerar rammurnar hjá fyritøkuni

  • Hon er útgangsstøði í menningini av tí strategiska møguleikunum

  • Hon ger samskifti millum fyritøkur og hugsandi íleggjunum lættari

Eitt Mál hjá fyritøkuni svara altíð hesum spurningum:

  • Hvat?

  • Hvar?

  • Hvør?

  • Nær?

Málini kunna svara upp á, hvussu stór fyritøkan skal vera, hvussu stóran marknað væntar hon, og eina tíðarrammu, nær skal hon hava klára hesi mál. Málini eru kvantitativ.

Virkisætlan
Ein virkisætlan er ein lýsing av tínari komandi fyritøku og ein ætlan yvir, hvussu tú ætlar at reka og menna hesa. Tá ið tú gert tína virkisætlan, skapar tú eitt yvirlit, ið ger tað nemmari fyri onnur, at síggja hvat tú arbeiðir við.
Ein virkisætlan inniheldur upplýsingar um fíggjarætlan, bygnað, sølu, marknaðarførslu og menningarmøguleikar.

Ein virkisætlan hjálpir tær:

  • at byggja og fremja tína framtíðarhugsan og visjón

  • at savna fakliga vitan og sannførandi upplýsingar

  • at velja betri handilsligar avgerðir

  • at vísa íleggjarum, at íløgan er góð

  • at veita grundarlagið fyri betri ráðføring

  • at vísa, at tú ert álvarssom/álvarsamur og saklig/ur

Tá tú skalt gera tína virkisætlan, er lættast at nýta eina skabelón.