VH

 

Vakstrarhjólið er eitt góðkent amboð til íverksetan og menning, og Hugskotið er sertifiserað í at nýta Vakstrarhjólið. Við at nýta Vakstrarhjólið kann Hugskotið á einfaldan hátt hjálpa at nágreina, hvørjar avbjóðingar og møguleikar fyri menning eru til staðar. Tað finnast 4 avbjóðingar, sum støða skal takast til og sum eru grundleggjandi byggikubbar til at byggja eina fyritøku upp. Avbjóðingarnar eru at fáa eina áhugaverda virkisætlan, ein sterkan bygnað, eitt varandi kundasamband og ein lønandi rakstur. Avbjóðingarnar eru tær somu fyri allar fyritøkur.Vakstrarhjólið tryggjar, at atlit verða tikin til øll viðurskifti.

Vakstrarhjólið® (Growthwheel®) er stovnað í 2008 av David Madie, sum sjálvur er íverkseti. Vakstrarhjólið verður nýtt av yvir 1.300 góðkendum ráðgevum í 25 londum. Krøvini til at ráðgeva innan Vakstrarhjólinum er sertifisering í Vakstrarhjólinum.

Vilt tú vita meira? Les um Virkisætlan, Bygnað, Kundasamband og  Raksturin.

 

 

Hevur tú spurningar ella tørv á vegleiðing, set teg í samband við Hugskotið, vit hjálpa fegin.